Eg skal her ikki leggja meg út í ósemjuna, ið er komin av persónsvalinum til siðsemisnevndina, og heldur ikki leggja meg út í tað, ið drigið var fram um tveir av landsstýrismonnunum herfyri. Men kann ikki lata fara aftur við borðinum, at Torbjørn rópar og skríggjar at menn mugu steðgast.
Fyri tað fyrsta er tað Torbjørn, sum skuldi fingið eina harðliga átalu fyri sín framferðarhátt í samgonguni, síðan hon bleiv veruleiki. Hevur leika í, so sjálvt hansara egnu kundu ikki fáa tamarhald á honum. Meðan hinir hava roynt at fingið arbeiðsfrið.
Eisini skal Torbjørn gera sær púra greitt, at tað eru menniskju í samfelagnum og á tingi, sum ikki hava somu hugsan sum hann, og hesum má vera pláss fyri. Á sama hátt eru flokkarnir ymiskir, men mugu royna at arbeiða Føroya landi at frama, og ikki bert løga fyri síðani at skjóta eftir sínum javnlíkum.
At Torbjørn sigur, at Miðflokkurin & Tjóveldisflokkurin hava so ymiska áskoðan á ymisk mál, kann væl verða, men at báðir flokkarnir eru tjóðskaparflokkar, er ongin ivi um. At Tjóveldisflokkurin ikki er samdur við Miðflokkin um fosturtøku (sum tað týðuliga skilst á Torbjørni »Tobba« í Sosialinum 13. sep.) er spell. Miðflokkurin er ikki fyri at uml. 50 fostur skula lata lív í okkara samfelagi árliga, og vóni eg at Tjóveldisflokkurin heldur ikki er fyri slíkum. Tí ger familjumálaráharrin onki skeivt, tá hann roynir at finna fram til ein bata á økinum.
At snakka um at skikka sær hampuliga og ikki verða búgvin at sita í stjórn. Eg fari at siga við teg Torbjørn, at Tjóðveldispolitikkarar hava havt virðing millum fólk, og fleiri hava tað enn, oyðilegg ikki hetta, Torbjørn, so endin verður, at undirtøkan ikki verður nóg stór til Tjóðarfrælsi Føroyinga (fólkaatkvøðan hevur ikki verið enn). Tí viðvindurin sambandsvongurin hevur fingið í seinastuni, hvørji ætt kemur hann frá, er tað úr »Tobbasa ætt« ella? ja ein og hvør kann hugsa, hvat tað er, sum er við at henda, og eg trúgvi neyvan at øll Tjóveldissinna eru so fegin um hesa gongdina (bæði tá talan er um tín atburð, og at sambandsvongurin er vaksandi). Eftir at hugsa seg væl um, so kann lesarin sjálvur gera av, hvør er skikkaður og búgvin at sita í stjórn.