Tað skuldi verða ein stórt uppsligin landsfundur, við gestum úr nógvum londum. Men nú er alt útsett til seinni í vár.
Orsøkin er, at forsætisráðharrin, Geir Haarde, hevur fingið staðfest krabbamein, og hevur tí gjørt av at leggja frá sær, bæði sum forsætisráðharri og sum floksformaður.
Hetta skuldi verið ein stórsligin landsfundur, sum skuldi vara frá mikudegi til sunnudag. Gestir vóru bodnir úr fleiri londum, eitt nú Onglandi, Danmark, Noregi og Føroyum. Ætlanin var, at vit skuldu hitta Geir Haarde hósdagin, men eg havi fingið at vita í morgun, at fundurin nú er útsettur til seinast í mars, sigur Regin Dalsgaard.
Hann hevði ætlanir um at fara út á gøturnar at hjálpa fólki frá Sjálfstæðisflokkinum at berjast móti aktivistum, og tað kann kanska henda framvegis, tí Regin Dalsgaard er enn ikki greiðir yvir, um tað ber til at flyta ferðaseðilin.
So tað kann vera, at eg fari ein túr yvir til Íslands kortini, sigur Regin Dalsgaard.
Tað var um vikuskiftið, at Geir Haarde boðaði frá avgerð síni um at leggja frá sær sum forsætismálaráðharri og floksformaður, og sambært Regin Dalsgaard verður nýggjur formaður valdur síðst í mars, tá landsfundurin hjá Sjálfstæðisflokkinum so verður hildin.
Sum eg havi skilt, verður nýggi formaðurin kunngjørdur á landsfundinum 28. mars, sigur Regin Dalsgaard.
Hann dugdi sum sagt ikki at siga, um hann kortini fer ein túr til Íslands, men innbjóðingin til landsfundin stendur við, so hann verður við, tá fundurin verður hildin síðst í mars.