Í gjárkvøldið steðgaði løgreglan einum prutli í Havnini, tí at tvey fólk vóru á tí. Tað er ikki loyvt at hava fólk aftanfyri í prutli, tí tey eru bara til tann, sum koyrir tað.
Men tá ið løgreglan hevði steðgað prutlinum, nýttu tey høvið til at kanna, hvussu skjótt tað koyrdi. Talan var um eitt lítið prutl, sum er gjørt til at koyra 30, men í hesum føri vísti tað seg, at so stórar broytingr vóru gjørdar í motorinum, at tað kundi koyra heilar 78 kilometrar um tíman.
Og tað er serstakliga vandamikið spæl at broyta eitt prutl, so at tað koyrir so skjótt, tí tað er ikki gjørt til at koyra so skjótt, serliga er tað ikki gjørt til at bremsa nóg væl við so nógvari ferð, sigur Løgreglan. Halda varð ikki lagt á prutlið, men førarin frættir aftur frá løgregluni.
Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt. Ígjárkvøldið klagaðu fólk um, at prutl larmaðu so illa um ellivu tíðina í gjárkvøldið, at tey vóru órógvað, men tað varð loyst í sátt og semju við tey, sum koyrdu prutlini.
Annars gjørdi løgreglan eisini nakað burtur úr at kanna skeinkistøð í gjárkvøldið at vita um øll viðurskifti vóru eftir forskriftunum, men har var einki at finnast at.