Fyritøkan Tupperware Brands søkir um konkursverju.
Tað stendur í fráboðan frá felagnum sambært tíðindastovuni AFP.
Felagið handan Tupperware skyldar meira enn 700 milliónir krónur. Konkursverjan fer at geva leiðsluni tíð og møguleikar at finna eina loysn á fíggjarkreppuni, hon er í, stendur.
Mánadagin mátti Tupperware Brands boða sínum lángevarum frá, at tað ikki var ført fyri at rinda aftur sum avtalað.
Týsdagin varð sagt, at felagið umhugsaði at søkja um konkursverju - og nú er søkt um hetta.
Tupperware varð stovnað afturi í 1946, og plastsíløtuni hjá fyritøkuni vóru sera væl umtókt. Upprunaliga kundi tú bara keypa íløtuni í sonevndum homeparties, men síðani er eisini komin ein vevhandili.
Seinastu árini hevur eftirspurningurin tó verið fallandi, og ein framgongd sást í koronatíðini, sum tó vísti seg ikki at vera varandi.
- Seinastu árini hevur fíggjarstøðan hjá felagnum verið av álvara ávirkað av avbjóðandi makrobúskaparligu umstøðunum, sigur stjórin Laurie Ann Goldman í fráboðan um konkursverjuna.
- Sum avleiðing av hesum hava vit kannað fleiri strategiskar møguleikar og avgjørt, at hetta er besti vegurin fram, heldur hon víðari.
Hon sigur, at friðingin skal hjálpa fyritøkuni á leiðini at gerast meira talgild og tøknidrivin.
Tupperware segði týsdagin, at tað fer at søkja um góðkenning til at halda fram við virkseminum undir sonevndu chapter 11-konkursverndartilgongdini.
Sambært tíðindastovuni Reuters hevur konkursdómstólurin í Delaware sett talið av kreditorum á millum 50.001 og 100.000.
/Ritzau/