Montenegro fekk eitt torført lutakast til HM Play Off dystirnar

Um Montenegro knógvar Finnlandi í mars bíðar ein tung uppgáva í mai

Tað loysti seg avgjørt ikki hjá Montenegro at blíva nummar fýra í okkara bólki, innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum. 

 

Fyrst skal Montenegro 19. og 22. mars spæla tveir dystir móti Finnlandi - úti og heima - um rættin at spæla tveir HM Play Off dystir.

 

Um Montenegro - og tað er ikki víst við spælinum teir vístu móti Sveis - vinnur samlað á Finnlandi bíðar ein gróthørð mótstøðu í tveimum Play Off dystum.

 

Mótstøðuliðið verður Slovenia, ið vann innleiðandi EM-bólk D við fullum stigatali, seks stigum. Tó vann Slovenia bert við einum máli, 41-40 á Montenegro. Slovenar halda tó, at tað var teirra minst góði dystur í bólkaspælinum. 

 

Slovenia fer tó at hava eina greiða favorittstøðu til at vinna ein samlaðan sigur á Montenegro ella Finnlandi í tveimum HM Play Off dystum. 

 

HM Play Off dystirnir 13. til 17. mai vera hesir:

 

Kosovo/Bosnia Hersogovina-FØROYAR

 

Finnland/Montenegro-Slovenia

 

Ukraina/Slovakia-Norðurmakedonia

 

Kekkia-Frakland

 

Sveis-Italia

 

Serbia/Litava-Ungarn

 

Spania-Georgia/Ísrael

 

Noreg-Turkaland/Rumenia

 

Eysturríki-Pólland/Lettland

 

Grikkaland/Belgia-Niðurlond