Sjálvandi verður Suðuroyartunnilin samtyktur

- Eg dugi slett ikki at ímynda mær, Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur, og eg trúgvi fult og fast upp á, at koyrandi verður undir Suðuroyarfirði um eini tíggju ár, sigur Bjarni Hammer

Bjarni Hammer og Fríðrikur kongur við hvør sínum glasi

Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út?

 

- Eg havi góðar vónir um, at Suðuroyartunnilin verður samtyktur. Tað er eisini umráðandi, at stríðast til tað allar seinasta og at fyrireika seg uppá tað ringasta, tí um tú leggur teg afturá og vónar, at alt bara fer at ganga, so kanst tú gerast serstakliga skuffaður.

 

Tað sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður.

 

- Vit sóu tað í vár, tá málið um Suðuroyartunnilin var fyri, sum endaði við einum sorgarleiki, tá øll samgongan - uttan eg sjálvur - atkvøddi ímóti.

 

Bjarni Hammer sigur seg vóna, at tingfólk nú føla seg enn meira sannførd og hava rygg til at atkvøða hetta sera týdningarmikla mál ígjøgnum.

 

Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar?

 

- Vit hava sæð, hvussu stóran týdning fast samband hevur havt fyri Norðoyggjar, Vágoy, Sandoynna og alt økið rundan um Eysturoyartunnilin. Tað er eyðsæð, at ávirkanin verður minst hin sama fyri Suðuroynna.

 

Hann vísir á, at unga ættarliðið tosar ikki um annað, tí tey síggja, hvussu ómakaleyst tað er at búgva og flyta seg millum oyggjarnar norðanfjørðs.

 

- Sjálvandi eiga suðuroyingar eisini at fáa sama møguleika, sum restin av Føroyum. Suðuroyingar krevja ikki nakað meiri. Vit krevja bara tað sama, sum restin av Føroyum longu hava fingið og njóta serstakliga gott av.

 

Bjarni heldur, at tað hevur ovurstóran týdning at knýta Føroyar saman - ikki bara fyri Suðuroynna, men fyri allar Føroyar.

 

- Eg havi áður kallað Suðuroyartunnilin fyri Føroyatunilin. Hetta tí, at Føroyar tá verður ein samanbundin, spennandi búðstaðar- og arbeiðsmarknaður, sum vil tekkjast bæði yngri og eldri, samstundis sum  Føroyar veruliga koma á heimskortið við longsta undirsjóvartunli í heiminum.

 

Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár?

 

- Tíðin er búgvin, tíðin er nú, og eg trúgvi fult og fast uppá, at tað verður koyrandi um eini 10 ár. Vit hava longu fleiri fleiri ferðir roynt okkum við at bora tunlar við góðum úrslitum. Tøknin og førleikarnir mennast í hvørjum, so møguliga verður koyrandi, áðrenn 10 ár eru liðin.

 

Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur?

 

- Sjálvt um Suðuroyggin er avskorin og hevur stórar avbjóðingar við ferða- og farmasambandinum, so er Suðuroyggin ríkað við einum stórum og fjølbroyttum vinnu-, ítróttar- og mentanarlívið. Kommunurnar spenna seg út og taka stór tøk fyri at betra um trivnaðin hjá teimum, sum eftir eru og halda stand.

 

Bjarni Hammer sigur, at tað er gott at vera í Suðuroynni, men tað slepst ikki undan, at fast samband vildi havt eina risastóra, positiva ávirkan á Suðuroynna og fólkið, sum her býr.

 

- Umframt at tilflytingin vildi vaksið markant, leggur hann aftrat.

 

Løgtingsmaðurin sigur, at hann dugir als ikki at síggja fyri sær, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur.

 

- Tað vildi verið nakað av tí mest órættvísa, at gjørt ímóti føroyingum í Suðuroynni. Tá nærum øll í Føroyum hava fingið fast samband, hevði tað verið púrasta órættvíst at nokta suðuroyingum tað sama. Tað er ikki samhaldsfast - tað er órættvíst, og tað er ikki føroyskt, sigur Bjarni Hammer.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er stórt tema um Suðuroynna, og her siga fleiri fólk sína hugsan um Suðuroyartunnilin, eins og ein størri samrøða er við Teit Samuelsen, tunnilsstjóra.

 

Lesið eisini - 

 

Kunnu byrja upp á Suðuroyartunnilin um tvey ár - https://www.in.fo/news-detail/suduroyartunnilin-kann-faa-storan-tydning

 

Bjarni Hammer og Fríðrikur kongur við hvør sínum glasi