SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúlanæmingar í 8. 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum.
Hetta seinasta árið hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan og hava arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur. Næmingarnir hava lært at arbeiða við egnum hugskotum og hava síðani ment hugskotið frá tanka til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum.
SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, sum setur stovnsetan av egnum virki í fokus. Ein verkætlan, ið er við til at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum og geva næmingum møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.
Næmingar frá heili átta ymiskum skúlum eru umboðaðir: Skúlin við Løkin & Tofta Skúli, NámX, Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin á Giljanesi, Fuglafjarðar skúli, har næmingar úr Leivíkar skúla og Gøtu skúla eru við.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í menta- og skúlamálum, setur finaluna, sum verður í Løkshøll í Runavík. Eftir tað leggja næmingarnir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina. Aftaná ein stuttan steðg, kemur Gentuvesið at undirhalda við onkrum spennandi, og síðan kemur Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri at bera fram røðu.
SkúlaFM er eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Uttanríkis- og Mentamálaráðið og skúlarnar kring landið. Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líknandi donsk kapping fyri skúla ungdóm, ið næmingar frá Nám X vunnu í fjør.
Betri og Føroya Tele geva 5.000 krónur hvør til vinnandi bólkin, sum er eitt ískoyti til útreiðslurnar í sambandi við ferðina til NextLevel kappingina í Danmark. Bólkur nr. 2 og 3 fáa somuleiðis ein vinning á ávikavist 1.500 krónur og 1.000 krónur.
Tiltakið er ókeypis byrjar klokkan 09:30 fríggjamorgunin.
SKRÁ
09.15 DYRNAR LATA UPP
09.30 ÍVERKSETARAHÚSIÐ BJÓÐAR VÆLKOMIN
09.35 LANDSSTÝRISMAÐURIN, JENIS AV RANA, SETUR DAGIN
09.45 FRAMLØGUR
11.15 STEÐGUR OG DÓMARARNIR UMRÁÐA SEG
11.35 GENTUVESIÐ
12.00 TÓRBJØRN JACOBSEN, BORGARSTJÓRI, HELDUR RØÐU
12.10 AVDÚKING OG HANDANIN
12.30 LIÐUGT