- Skuffaður um vit tapa

Ein av týdningarmiklu leikarunum hjá B36 seinastu tvey árini, Egil Zachariassen, sigur, at ein javnleikur ella ein sigur er málið

B36 verjuleikarin Egil Zachariassen skal saman við liðfeløgum sínum úr B36 spæla returdyst móti Torpedo Kutaisi í kvøld, og Egil er bjartskygdur undan dystinum móti georgisku meistarunum.
- Eg gerist skuffaður, um vit tapa dystin, og eg haldi, at vit eiga at fara eftir einum javnleiki ella einum uppaftur betri úrsliti, sigur Egil Zachariassen, sum bæði í ár og í fjør hevur spælt mestsum allar dystirnar á aftasta plássi í B36 miðverjuni. Kravið at koma víðari er einki minni enn ein sigur við minst trimum málum, men hóast góðu vónirnar heldur Egil, at tað verður ov nógv at miðja eftir.
Egil Zachariassen var aftasti maður í B36 verjuni allan dystin í Georgia, og fær hann uttan iva nógv at síggja til aftur í kvøld.
- Fyrri hálvleikur var sera strævin at spæla niðri í Kutaisi, og vit vóru sera trýstir í verjuni. Men í seinna hálvleiki gekk nógv betri, og tað var ikki stórt øðrvísi enn at spæla í heimligu kappingini. Tískil trúgvi eg uppá stig í kvøld, endar B36 sweeparin Egil Zachariassen