Skuffaður landsliðsvenjari

Landsliðsvenjarin, Birgir Hansen, var skuffaður um avgerðina hjá kyndlaleikarunum at taka seg av landsliðnum. - Hetta málið hevur jú slett einki við landsliðið at gera, og eg haldi, at Kyndil straffar skeiva partin

Fyri knøppum trimum vikum síðani leiktu Neistin og Kyndil síðsta dystin í grundspælinum. Dysturin endaði við javnleiki, og hesin javnleikur var sum ein sigur fyri bæði havnarliðini, tí hvørki teirra hevði nakran javnleik undan dystinum.
Eftir dystin bleiv tó øgiligt rok á vøllinum, sum endaði við, at kappingarnevndin hjá hondbóltssambandinum gav Hans Áka Dal Christiansen leikbann í tríggjar dystir fyri at hava skumpað Guðruna Horn, sum situr við dómaraborðið hjá Neistanum.
Hesa avgerð hjá kappingarnevndini vildi Kyndil ikki góðtaka, og teir hava kært málið víðari til dómsnevndina, har tað í løtuni er til viðgerðar. Í samband við avgerðina hjá kappingarnevndini valdi Kyndil eisini at taka allar sínar leikarar av landsliðnum í hondbólti, og hetta var landsliðsvenjarin, Birgir Hansen, sera skuffaður av.
 
Ov skjót avgerð
- Landsliðið var savnað til venjingar millum jól og nýggjár, og tann eina dagin, tá vit skuldu venja, síggi eg, at har mangla fleiri leikarar. Eftir eini løtu koma allir kyndlaleikararnir inn, og eg biðji teir fara at skifta. Tá fái eg at vita, at teir fyribils hava tikið seg av landsliðnum.
Hetta sigur landsliðsvenjarin í hondbólti, Birgir Hansen, sum slett ikki skilir avgerðina hjá kyndlaleikarunum.
- Eg dugi ikki heilt at skilja avgerðina hjá Kyndli. Teir hava jú kært málið víðari til dómsnevndina, og so er eingin endalig avgerð tikin. Eg haldi teir áttu at bíða at gjørt nakað, til dómsnevndin hevði tikið sína avgerð.
Birgir heldur eisini, at Kyndil hevur drigið landsliðið inn í eitt mál, sum slett einki hevur við landsliðið at gera.
- Eg haldi, at Kyndil straffar skeiva partin, tí hetta hevur jú slett einki við landsliðið at gera.
 
Kann fáa avleiðingar
Sjálvt um landsliðsvenjarin er skuffaður av avgerðini hjá kyndilsleikarunum, so tykist hann á ongan hátt at góðtaka hesa avgerð.
- Hetta kann ikki góðtakast, og tað er ikki óhugsandi, at hetta málið kann fáa avleiðingar fyri kyndilsleikararnar víðari á landsliðnum.
Birgir Hansen sigur tó, at hann fyrst má tosa við hondbóltssambandið, so teir felags kunnu finna út av teimum mannagongdum, sum hondbóltssambandið hevur í slíkum førum.
- Nú mugu vit fara at kanna, um hondbóltssambandið hevur nakrar mannagongdir fyri slíkum, men mín meining er, at tá leikarar taka slíkar avgerðir, so skulu teir eisini kenna fylgjurnar og taka av teimum avleiðingum, sum hetta kann fáa.
Enn er ikki greitt, hvørja avgerð dómsnevndin tekur í málinum um Hans Áka Dal Christiansen, men avgerðin hjá kyndilsleikarunum at taka seg av landsliðnum kann eftir øllum at døma fáa avleiðingar fyri teirra luttøku á landsliðnum.