Skrotta skúladepilin í Marknagili

Skal skúldepilin í Marknagili kosta 600 milliónir, ella meir, havi eg onki ímóti ”skrotta hann” og byggja ein bíligari skúla ístaðin.

Tað staðfestir Hanus Samró, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Hann sigur, at hann er ikki komin hartil, at Skúladepilin skal vera vakrasti skúlin av øllum.

Hann sigur, at hann er ikki úti eftir at fáa ein so vakran skúla og hann heldur ikki, at sniðið skal vera tað avgerðandi.

Upprunaliga skuldi skúlin kosta góðar 450 milliónir við øllum og Hanus Samró sigur, at hann vil hava at vita, hvat fyri skúla, vit fáa fyri tað upphæddina..

- Tað er har, eg eri, sigur hann.

Tí mælti hann til at geva landsstýrinum stundir til at fáa prísin niður.

Hann heldur ikki, at byggisniðið er hóskandi og hann fer at stríðast fyri, at vit fáa ein skúla fyri 450 milliónir sigur Hanus Samró, sum er á myndini, høgrumegin, í samrøðu við Bárð Nielsen.

Eisini Edva Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, ásannar, at skúlin er dýrur.

Sum tað sæst í aðrari grein á Portalinum, hevur landsstýrismaðurin í mentamálum roynt at skarva av ætlanini fyri at fáa prísin niður, tí tilboðini, sum eru komin inn, vísa, at skúlin verður 155 milliónir dýrari enn Løgtingið hevur samtykt.

Tey hava roynt at skarva av, men framvegis kostar hann 70 milliónir meir, enn Løgtingið hevur samtykt.

Edva Jacobsen staðfestir, at 70 milliónir krónur er ein stór upphædd. Sum tað sær út nú, er skúladepilin í Marknagili ein fuglur á takinum og tí verður neyðugt at skúlin verður 70 milliónir bíligari.

Eisini hon reisti spurningin um bygningurin skuldi verða atvoldin til, at alt datt niðurfyri.

Sostatt eru ábendingar um, at Skúladepilin í Marknagili hongur í einum klønum tráði, soleiðis, sum hann nú sær út, tí fyrr í dag hevur eisini landsstýrismaðurin í mentamálum róð framundir at skarva av ætlanini og so skal Løgtingið taka støðu til málið.