Seinastu dagarnar hava stovnsleiðarar kring landið fingið skriv frá fíggjardeildini hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum um, at fullveldisætlanin skal síggjast aftur í fíggjarlógunum fyri ár 2.000 hjá teimum ymisku stovnunum.
Hetta eru stovnsleiðarar ikki serliga glaðir fyri. Teir siga nevniliga, at tað frammanundan er sera torført at reka almennu stovanarnar í landinum við teimum játtanum, teir fáa, og tískil meta teir tað vera eina ómøguliga uppgávu at fara undir sparingar, uttan at hetta kemur at raka tænastuna hjá stovnunum.
Helena Dam á Neytsabø, landstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, sigur tó, at stovnsleiðararnir onga orsøk hava at ræðast hetta skrivið. Hon sigur, at skrivið er sent út, fyri at skapa ein dialog millum ymisku stovnsleiðararnar og Almanna- og Heilsumálastýrið, soleiðis, at finnast kann út av, hvussu Almanna- og Heilsuverkið í síni heild kann rekast meira skynsamt.
Helena Dam á Neystabø sigur, at semja er í landstýrinum um, at Almanna- og Heilsuverkið ikki kemur at verða tað, ið skal spara mest undir fullveldisætlanunum. Tó metir hon, at sparingar kunnu fremjast á tann hátt, at arbeiðið millum teir ymisku stovnarnar verður skipað betri. Hon sigur, at berast skal so í bandi, at ikki er neyðugt at taka eitt mál upp aftur frá botninum, bert tí onkur stovnsnýtari skiftir stovn. Hetta metir hon kann spara Almanna- og Heilsuverkinum fyri væl av peningi, og sigur hon, at skrivið er sent út, nevniliga fyri at fáa dialog í lag, um hvussu hetta kann gerast. Tí heitir hon á allar stovnsleiðarar um at taka ímóti skrivinum við opnum sinni, og royna at gera sær hugsanir um, hvussu ein á bestan hátt kann fremja rationaliseringar innan ávísu økini innan Almanna- og Heilsuverkið.










