– Skrivið heldur út nýval

Heldur nýval enn at senda tey samkyndu til fólkaatkvøðu, heldur Jóannes Eidesgaard.

Nú Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hevur lagt broytingaruppskot fyri tingi, sum ásetur, at málið um broyta hjúnabandslógina skal út til fólkaatkvøðu, hevur tað elvt til mikið rok innanflokka í Javnaðarflokkinum. 

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna hevur víst sína ónøgd á Facebook og tað sama hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður. 

 

Og nú kemur fyrrverandi floksformaðurin hjá Javnaðarflokkinum upp í leikin. 

 

Jóannes Eidesgaard skrivar soleiðis á Facebook í dag. 


»Um rættindini hjá samkyndum skulu sendast út til eina fólkaatkvøðu, tí løgtingið ikki hevur rygg til at avgreiða málið, so haldi eg, at tað sømir seg munandi betur fyri sama løgting at útskriva nýval, so vit fáa mannað tingið av nýggjum við fólki, sum kenna sína skyldu sum fólkavald.«

 

Viðgerðin í Løgtinginum er loksins byrjað nú stutt eftir klokkan 16.