Skrivar um ein føroyskan drápsmann sum eitur "Ingibjørg"

(Ljóðsamrøða) Remigiusz Mróz alias "Ove Løgmansbø" heldur tað er í lagi at vankunna um Føroyar, um tað er "fiksjón"

So hevur hann loksins vitja Føroyar á fyrsta sinni, pólski rithøvundurin, Remigiusz Mróz, sum hevur givið út 30 krimiskaldsøgur undir egnum navni, og nú tríggjar krimiskaldsøgur, har hendingarnar fara fram í Føroyum.

 

Tær tríggjar krimiskaldsøgurnar, sum fara fram í Føroyum hevur Remigiusz Mróz skrivað undir skaldanavninum "Ove Løgmansbø". Líka til seint týskvøldið í vikuni var sagt og skrivað, at Ove Løgmansbø var hálvur føroyingur og hálvur póllendingur, sum er føddur í Havn í 1975. Tá samanum kemur er Remigiusz Mróz føddur í 1987, og hesa vikuna setti heili póllendingurin, sum eingi ættarbond hevur til Føroyar sínar føtur á føroyska jørð á fyrsta sinni nakrantíð.

 

Mest margháttliga mistakið hjá Remigiusz Mróz er, at hann hevur ein drápsmann í bókunum, sum eitur Ingibjørg. 

 

Ein tann størsta vankunningin í samband við aðru skaldsøguna hjá Ova Løgmansbø er, at grindadráp er ein serligur festivalur, sum bara fer fram einaferð um árið. Eisini verður skrivað, at grindamenn hoppa og dansa fyri at hita upp til sjálvt grindadrápið. Her svarar Remigiusz Mróz, at hetta er ikki nakað, sum ”Ove Løgmansbø” skrivar í sjálvari skaldsøguni ”Fongurin”. Remigiusz Mróz greiðir frá, at tað er forlagið, sum hevur skrivað teir setningarnar á baksíðuni av bókini fyri at vekja áhugan hjá møguligum keyparum. Talan er ikki um hansara orð. 

 

Stóra fyrimyndin hjá Remigiusz Mróz er norski krimirithøvundurin, Jo Nesbø, sum hevur selt væl í fleiri londum. Jo Nesbø er eisini fyrimyndin fyri dulnevnda skaldanavninum ”Ova Løgmansbø”. Eitt stutt fornavn, Ove, eins og Jo, og so eitt eftirnavn, sum eisini endar við ”bø” eins og Nesbø. Tá Ove Løgmansbø verður konfronteraður við faktuellar feilir í sínari skriving um Føroyar, so sum, at allir føroyingar siga ”tygum” við hvønn annan, at eingin føroyingur fer spontant á vitjan hjá einum øðrum føroyingi, men stendur pent uttanfyri dyrnar og trýstir á ringiklokkuna til húsaeigarin kemur til dyrnar. Ove Løgmansbø skrivar eisini, at tað er bert ein smalur og krókutur vegur úr Vestmanna til Havnar, sum er vandamikil at koyra á. Ove Løgmansbø skrivar somuleiðis, at Smyril siglir úr Havn til Vestmannar, og somuleiðis verður skrivað, at ræstur fiskur er ráur fiskur. Bert nøkur dømi um faktuellu feilirnar, sum Ove Løgmansbø ger í tveimum teimum fyrstu bókunum, sum póllendingar í Føroyum hava lisið. Her goymir pólski høvundurin seg aftanfyri Jo Nesbø: - Júmen Jo Nesbø skrivar nógv um Oslo, sum ikki er fakta. Bøkurnar hjá Ova Løgmansbø eru fiksjón, og tá kunnu pólsku lesararnir heldur koma til Føroya sjálvir og finna útav hvat er fakta og ikki, undirstrikar Ove Løgmansbø.

 

Um drápsmannin, sum eitur Ingibjørg hevur Remigiusz Mróz skrivað til in.fo: - Tað er eitt mistak, "Errare humanum Est", sum Seneka segði á sinni, skrivar pólski krimihøvundurin, sum er eitt kent krimiskald í heimlandinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Remigiusz Mróz alias Ove Løgmansbø verja sín krimiskaldskap, sum gongur fyri seg í Føroyum, har hann ikki gjørdi nakað nevnivert research áðrenn hann fór í holt við at skriva krimiskaldskap um morð í Vestmanna og úti í Fugloy. Remigiusz Mróz viðgongur, at hann selur væl fleiri bøkur undir egnum navni enn undir skaldanavninum "Ove Løgmansbø". Remigiusz Mróz er komin aftur til Póllands, og er vónbrotin um, at føroyingar og pólskir føroyavinir ikki fagna hansara skaldskapi, og líkt er til, at tað koma ikki fleiri bøkur út undir skaldanavninum "Ove Løgmansbø".