Skrivað síðan hann var smádrongur

Jens Pauli Heinesen 75 ár

Í dag, mánadagin 12. november, fyllir Jens Pauli Heinesen, rithøvundur og skald, í Havn, 75 ár. Jens Pauli er ein av okkara kendastu rithøvundum. Hann er útbúgvin lærari, men hevur mesta partin av lívi sínum virkað sum rithøvundur burturav.


Jens Pauli, sum er ættaður úr Sandavági, har hann eisini vaks upp, hevur skrivað síðan hann var smádrongur. Tað fyrsta sum stóð á prenti frá hansara hond var í blaðnum Barnatíðindi sum Jákup Berg, lærari í Øravík, ritistjórnaði. Jens Pauli var tá bert 10 ára gamal, og greinin hevði heitið ”Ein fjalldagur”, sum var ein sera góð náttúru lysing.


Fyrsta bókin hjá honum var søgusavnið Degningsælið, kom í 1953. Hann hevur skrivað tilsamans 15 skaldsøgur og 10 søgusøvn, umframt sjónleikir, ritgerðir og greinar. Hann hevur verið virkin í Rithøvundafelag Føroya, har hann sat sum formaður frá 1970-73.


Jens Pauli hevur fingið nógvar heiðurslønir fyri sína skriving. Hann fekk M. A. Jacobsens heiðursløn í 1959 fyri søgusavnið ”Hin vakra kvirran”, í 1969 fyri søgusavnið ”Aldurnar spæla á sandi”, í 1973 fyri skaldsøguna ”Frænir eitur ormurin” og 1993 fyri skaldsøguna ”Bláfelli”. Ì 1999 fekk hann eisini Mentanarvirðisløn landsins. Fleiri av skaldsøgum hansara hava verið lisnar upp í útvarpinum.


Fjúrtan ára gamal fór Jens Pauli til Havnar á skrivstovuna hjá Líkningarráðnum. Gekk árið eftir í preliminerskúla á VBV, tók preliminerprógvið í 1950 og tvey ár seinni studentsprógv. Hann læs til lærara í Danmark á Emdrupborg statsseminarium og tók prógvið har í 1956. Var lærari niðri eitt skifti, kom so til Føroyar og gjørdist lærari við Tórshavnar kommunuskúla í 1957. Hann var eisini lærari við Realskúlan og Venjingarskúlan.


Frá 1968-69 hevði hann farloyvi frá lærarastarvi sínum og búði í Suðurspania saman við familjuni, meðan hann fór undir skaldsøguna Frænir eitur ormurin. Í 1970 fór so frá sum lærari fyri at gerast rithøvundur burturav.


Foreldrini hjá Jens Paula vóru: Petur Heinesen á Lofti, bóndi úr Sandavági, og Anna Maria Malena Heinesen, fødd Johannesen, úr Hesti.


Í 1956 giftist Jens Pauli við Maud, dóttir Annu og Otto Brimheim í Havn. Maud, sum var uppvaksin í Klaksvík hjá Lisu og Eliseusi Jacobsen. Maud var eisini ein skrivandi kvinna. Hon fekk t.d barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri barnasøguskaldskap sín. Maud andaðist 7. september 2005, 69 ára gomul.


Maud og Jens Pauli fingu døturnar Elin, sum býr í Havn, og Mariannu, sum er ættleidd úr Suðurkorea, og býr á Argjum. Jens Pauli eigur eisini sonin Janus, sum býr í Havn.

Abbabørnini eru fimm í tali.


Í sambandi við føðingardagin verður móttøka fyri Jens Paula í heiminum í Stoffálág 18 í Havn, mánadagin 12. november frá kl. 17-20, har øll eru vælkomin.