Skrivaði ikki undir samkenslubrøvini

Nógvir amerikanskir politikarar eru misnøgdir við, at Donald Rumafeld, verjumálaráðharri, letur eina maskinu skriva undir samkenslubrøvini til teirra, sum hava mist hermenn í Irak

Síðani kríggið í Irak byrjaði, hava meiri enn eitt túsund húski í USA fingið bræv frá verjumálaráðnum, tí tey hava mist onkran í krígnum. Tey avvarandi hava hildið, at Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, hevur skrivað undir brøvini, tí undirskrivt hansara stendur niðast á brævinum, men nú vísir tað seg, at ráðharrin hevur latið eina maskinu skriva undir fyri seg, skrivar Reuters.
Tað hevur fingið øði í nógvar politikarar, eisini floksfelagar hjá ráðharranum.
- Eg havi ilt við at trúgva hasum, men hatta vísir bara, hvussu líkasælir teir eru. Eg havi ikki álit á Rumsfeld longur, segði republikanski senatorurin Chuck Hagel við sjónvarpið CBS um vikuskiftið.
Rumsfeld viðgekk sunnudagin, at hann hevði ikki skrivað undir brøvini, sjálvt um tað sær soleiðis út.