Skriðulop rakti hús og bilar

Eitt ógvusligt skriðulop omanfyri Kjalarvegin í Klaksvík gjørdi stóran skaða á eini sethús og tveir bilar. Vegurin mátti steingjast, og fólk flytast burtur

Klaksvík: Støðan í Klaksvík gjørdist so hættislig í nógva regninum mánadagin, at fólk máttu flytast burtur av ovasta vegnum á eystursíðuni.

Fleiri skriðulop vóru, og tað ógvusligasta av teimum gjørdi stóran skaða á eini sethús og tveir bilar við Kjalarvegin. Harafturat fleyt yvir kring allan býin, vegir stóðu undir í vatni, hús fingu vantskaða, og løgreglan ráddi fólk frá at koyra.

Sløkkiliðið í Klaksvík, arbeiðsfólk hjá kommununi og onnur stríddust allan seinnapartin og út á kvøldið mánadagin við nógv vatnið, sum fleyt kring býin. Og býráðið í Klaksvík varð kallað saman mánakvøldið at viðgera støðuna.


Kona tikin við

Ógvusligasta hendingin var við Kjalarvegin, sum er ovasti vegurin á eystursíðuni. Fleiri skriðulop vóru á eystursíðuni, og tað ógvusligasta av teimum rakti eini hús við vegin. Jørð og grót fóru ígjøgnum hjallin, sum standa omanfyri húsini, og inn í húsini.

Konan í húsinum var akkurát á veg út í bilin, tá skriðulop kom. Hon var í ferð við at rýma av húsum við soninum og einum øðrum dreingi, sum vóru í bilinum niðanfyri húsini. Konan var tikin við av skriðulopinum, men kom burtur úr tí uttan stórvegis snuddir. Hon fekk dreingirnar úr bilinum, sum ikki varð veruliga raktur av skriðulopinum, tí hann stóð undir garaguni, og slapp sær burtur.

Tveir aðrir bilar, sum stóðu fram við húsunum fingu stóran skaða. Teir endaðu báðir mitt úti á vegnum av stóra trýstinum frá skriðulopinum, og annar hevði fingið ein part av einum stakitti sendandi ígjøngum forrútin.


Hús fingu vatnskaða

Eini 30 fólk, sum búgva við Kjalarvegin, rýmdu av húsum, tí vandi var fyri fleiri skriðulopum, og arbeiðsfólk hjá kommununi og onnur fóru í holt við at rudda vegin, sum var undir í jørð og gróti. Hetta arbeiðið helt fram fyrrapartin í gjár.

Tað helt fram við at oysa niður út móti mánakvøldinum, og støðan var hættislig fleiri staðni í býnum.

Nógv vatn rann á vegnum, og saman við vatninum kom eisini jørð og grót. Fjósabrekkan, sum gongur oman frá Kjalarvegnum, fekk so nógvan skaða í áarførinum, at hon varð stongd. Biskopstøbrekkan stóð eisini undir, og við Alfa Bókhandil varð sløkkiliðið í Klaksvík noytt at seta pumpur til fyri at fáa vatnið burtur frá húsinum.

Vatnið steymaði norður eftir Nólsoyar Páls gøtu, og bilrøðirnar vóru stundum langar, tí tað bar illa til at koyra eftir vegnum. Eisini á Helnabrekku fossaði vatn eftir vegnum og oman eftir Skáltavegnum og Garðabrekku, og ymsastaðni á eystursíðuni fingu hús vatnskaða.

Móti kvøldið sleit í, og vatnið rann síðani undan næstu tímarnar, men eftir lá jørð, grót, sandur og annað, sum var komið við áarførinum. Í gjár varð so farið undir uppruddingararbeiðið, sum kemur at taka fleiri dagar.