Minst 78 fólk eru deyð í skriðulopum í Indonesia Skriðulopini vóru á oynni Java, har tað hevur regnað sera illa tað seinasta samdøgrið. Higartil eru 78 fólk funnin deyð, men myndugleikarnir siga, at talið fer uttan iva at veksa.
Skriðulopini eru tey ringastu á Java tey seinastu 25 árini. Fleiri túsund fólk eru flutt burtur, tí hús teirra standa undir í runu og eyri. Minst 37 fólk eru ikki komin afturíaftur.
Nógvastaðni er vegasambandið farið, og tí er trupult hjá bjargingarliðunum at koma vegin fram.









