Skriða leyp á barnaheim

Í minsta lagi fimm børn doyðu, tá ein skriða leyp oman yvir eitt barnaheim í Hulu Langat sunnan fyri malaysiska høvuðsstaðin Kuala Lumpur í dag. Myndugleikarnir siga, at seks børn eru bjargað á lívi, og at bjargingarlið leita eftir 12 øðrum. Tað hevur regnað illa síðani lopið, og tað ger bjargingararbeiðið sera trupult. Meiri enn 100 fólk eru við í bjargingararbeiðinum.

Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur við tíðindastovurnar, at børnini vóru til tónleikafrálæru uttanfyri, tá skriðan leyp.