Um vikuskiftið verður tann árliga Klaksvíkskappingin. Kappingin er vanliga fyri fýra tey bestu liðini frá farna kappingarárið, men í ár fær bronsuvinnarin frá í fjør, Víkingur, ikki luttikið. Við ístaðin fyri teir, eru NSÍ.
Og nú er greitt, hvussu spælast skal til kappingina, sum byrjar leygardagin.
Fyrsta dystin leygardagin spæla HB og NSÍ. Tann dysturin byrjar klokkan 12:45.
Annar dysturin leygardagin verður millum føroyameistararnar úr B36, og vertirnar KÍ. Tann dysturin verður klokkan 15:00.
Sunnudagin verður fyrst bronsudystur, og síðani finalan í kappingini. Bronsudysturin verður klokkan 12:45 sunnudagin, meðan finalan verður klokkan 15:00.
Dystirnir leygardagin:
HB-NSÍ (Klokkan 12:45)
B36-KÍ (Klokkan 15:00)
Dystirnir sunnudagin:
Bronsudystur (Klokkan 12:45)
Finalan (Klokkan 15:00)