Skráin er fjølbroytt

Sum sæst á skránni, verður tað eitt fjølbroytt hátíðarhald, vit kunnu vænta okkum komandi vikuskifti. Luttakarar úr flestu av norðurlondunum eru við, og skráin spennir so vítt, at hon umfatar fólkatónleik, gandakynstur, klassiskantónleik, trummudans, jazz og kórsang. Orsakað av verkfallinum í Danmark, er longu okkurt avboð komið (Kim og Anna Sjógren), men fyrireikingarnar halda fram.

Føðingardagurin verður hildin, sum ætlað, og stjórin í húsinum lovar, at tað verða ikki fleiri avboð, tí aðrar loysnir eru funnar til at fáa listafólkini til landið. Hetta kemur at kosta eitt sindur eyka, og tað dýrkar eina verkæltan, sum longu líður væl móti tí hálvu milljónini. So tað eru ikki smápengar og heldur ikki ein og hvør, sum skal mynda 15 ára føðingardagin hjá Norðurlandahúsinum.

Fríggjakvøldið 8. mai er tað stóra gallakvøldið. Tað byrjar klokkan 19.30, tá Edmund Joensen, løgmaður, setir stevnuna við at siga nøkur orð.

Minna-Sisko Mutanen úr Finnlandi syngur mezzosopran og lærir í løtuni at syngja opera á Sibelius Akademinum. Um summarið tekur hon skeið hjá altjóða viðurkendum lærarum (t.d. Mitsuko Shirai og Tom Krause). Hon hevur sungið høvuðsleiklutin í fleiri kendum oprum og kemur hendanvegin beint frá at hava sungið alt-soloinina úr Messias hjá Hándel í Wien.

Heikki Pellinen, sum eisini er úr Finnlandi, spælir klaver. Hevur verið á Jyváskulá Konservatorinum í Finnlandi og fór haðani á Sibelius Akademiið. Aftaná próvtøkuna har fekk hann eitt legat og fór til Karlsruhe at læra á Staatliche Hochshule undir leiðslu av professara Fany Solter. Fekk eisini serfrálæru í lied-undirspæli og hevur spælt víða um bæði sum solistur og í kamarljómliðum.

Jon Faukstad spælir harmoniku og er kendur fólkatónleikari í Noregi. Við sær til Føroya hevur hann ein ungan fiólleikara, Øystein Rudi Ovrum, sum hevur vunnið fleiri heiðurslønir og kappingar og er sera nógv umbiðin sum skeiðleiðari. Báðir undirvísa í fólkatónleiki á Norska Kongaliga Konservatorinum, og fyrireikarnir lovaðu, at tað fer at verða norskur fólkatónleikur, framførdur av tveimum av teim allarbestu. Einmest tvíræddaður sangur og spæl úr Guðbrandsdalinum.

Robert Jágerhorn er eisini úr Finnlandi. Hesin spælir ikki á nakað ljóðføri, men spælir í staðin við skynsemið hjá áskoðarunum. Hann er gandakallur og verður á skránni bæði gallakvøldið og sunnudagin, tá barnatiltøkini verða. Í Finnlandi hevur hann verið at sæð í sjónvarpinum og á palli, men hann hevur verið mestsum um allan heim og víst fram. Í Japan, Russlandi og hann er ein av teim heilt fáu útlendingunum, sum er sloppin at framføra á The Magic Castle í Hollywood. Tað serliga við honum er, at hann torir at koma heilt yvir til tín at ganda og nýtist ikki at hava ein frástøðu, sum flestallir gandakallar krevja. Hetta kemur serliga børnunum til góða, tí sunnudagin fer hann at ganga runt millum tey og upptraðka.

Göran Andersson er vísusangari úr Álandi. Vísusangurin er tann fólkatónleikur, sum einamest hoyrir til Álands, og Góran Andersson verður vanliga mettur at vera tann besti, sum landið hevur átt seinastu 15 árini.

Steve Dobrogosz og Jeanette Lindström eru úr Svøríki. Tey spæla jazz og eru sera kend um alt Skandinavia. Dobrogosz spælir klaver og hevur verið kendur leingi og í nógvum sambondum, meðan songkvinnan Jeanette Lindström er enn eitt nýtt stjørnuskot á stóra svenska tónleikahimmalinum. Hon tók prógv á tí Kongaliga Musikkakademinum í Stockholm í ´95, men hevði frammanundan lært at syngja jazz á ymsum skúlum. Sama árið varð hon vald at vera besta jazzlistafólk av Svenska Konsertstovninum og hetta førdi til eina fløguútgávu, sum fekk framúrskarandi ummæli. Hon hevur í dag sín egna bólk, men henni dámar væl at syngja við bara einum ljóðføri afturat sær. Hevur spælt nógv saman við bassleikaranum Anders Jormin, sum kanska onkur kennir úr heimsbólkinum Yggdrasil, ið hevur givið fleiri fløgur út hjá Tutl. Hesaferð hevur hon klaverleikaran Steve Dobrogosz við sær. Hesin er kendur sum jazzpianistur, men hevur eisini spælt popp og klassiskan tónleik. Hann skrivar nógvan tónleik - serliga fyri kór og kvinnuligar sangarar, so tey fara helst at spæla okkurt hjá honum.

Grønlendigurin Anda Kuitse var her fyri nøkrum árum síðani og loypti hvøkk á fólk við sínum gomlu grønlendsku makingardansum, sum hann hevði leitað upp aftur, eftir at dansurin var horvin úr grønlendsku mentanini. Hann sigur seg minnast pápa sín dansa við úti á ísinum, tí danska yvirvøldin hevði forboðið trummudansinum. Hetta forboðið forkom eisini dansinum, men Anda hevur við kanningarferðum til Eysturgrønlands og við at lurta eftir bondum roynt at funnið dansin aftur og givið honum nýtt lív. Trummudansurin verður framførdur av honum einsamøllum - einans hjálptur av eini húðatrummu, men áskoðararnir kunnu vænta at verða blandaðir uppí meira ella minni.

Steinunn Birna Ragnardóttir og Pórsteinn Gauti Sigurðsson spæla bæði klaver. Tey eru úr Íslandi og hava bæði sera nógv gott at vísa á á teirra yrkisleið. Steinunn byrjaði longu sum átta ára gomul at spæla. Trý ár seinni slapp hon inn á Tónlistaskúlan í Reykjavík. Undir leiðslu av Leonard Shure gekk hon á New England Konservatorinum í Boston. Síðan fór hon til Spania, har hon livdi sum yrkisleikari og vann sær heiðurslønina ?Gran Podium? í Barcelona. Hon vendi heimaftur til Íslands og er í dag ein av fremstu klaverleikarunum í landinum og hevur spælt eina rúgvu av fløgum inn. Tann nýggjasta vann íslendsku Tónleikaheiðurslønina sum besta klassiksa fløgan í fjør. Pórstein Byrjaði eisini á Tónlistaskúlanum í Reykjavík. Síðan slapp hann gjøgnum nálareygað á kenda Juilliard School of Music í USA, og fór haðani til Rom at læra. Hann hevur verið um allan heim og spælt og einaferð endaði hann enntá í Hvíta Húsinum og spældi fyri forsetanum. Hann hevur vunnið hópin av virðislønum og er umbiðin solistur í norðanlondum.

Havnarkórið kenna vit øll. Tey enda konsertina fríggjakvøldið og taka sum tað føroyska ískoytið samanum framførslurnar. Kórið hevur verið til síðan 1967, og Ólavur Hátún hevur stjórnað tí øll árini. Kórið hevur, umframt sínar framførslur í Havn og runt um í landinum, verið á konsertferðum - m.a. í Íslandi herfyri - og sungið inn á plátu. Á skránni stendur, at Havnarkórið hesaferð fer at framføra norðurlendskar sangir, og tað frættist, at tey hava vant dúgliga til hetta í seinastuni. Aðalroyndina fáa tey fyrr um kvøldið, tá tey framføra í sambandi við Kórstevnuna í Fuglafirði, so tey skuldu verið sera væl fyri.