Flokkurin hevur bara fingið 824 atkvøður í Havn, sum eru 584 atkvøður færri enn á valinum í 2019. Tað gevur flokkinum 9,4 prosent, sum er ein afturgongd upp á 6,5 prosentstig.
Floksformaðurin Christian Andreasen hevur fingið flestar atkvøður, 188. Næstur er Jógvan á Lakjuni við 166 atkvøður.
Javnaðarflokkurin hevur fingið 32 prosent av atkvøðunum, Sambandsflokkurin 25,2, Tjóðveldi 24,6, Framsókn 5,3 og Miðflokkurin 3,6 prosent. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava framgongd upp á ávikavist 2,1 prosentstig og 1,4 prosentstig. Tjóðveldi hevur eina afturgongd upp á 0,7 prosentstig.