Árni Gærdbo var í mong ein kendur vinnulívmaður í Føroyum við stórari klædnaverksmiðju og nógvum fólki í arbeiði.
Árni er vágbingur, føddur í 1931. Hann hevur frá heilt ungum av havt áhuga fyri skraddarayrkinum.
Hann arbeiddi hjá skraddarum bæði í Vági og í Havn og fekk soleiðis meira kunnleika um skraddarayrkið.
Í 1948 fór hann til Íslands at arbeiða, og í 1952 fór hann í læru sum skraddari í Reykjavík og var útlærdur í 1956. Tá hann hevði arbeitt sum sveinur í trý ár, fekk hann prógv sum skraddarameistari tann 9. november í 1959.
Eftir tað arbeiddi hann sum skraddarmeistari í mong og hevði t.d. egna klædnaverksmiðju í Reykjavík í 15 ár. Hann hevði tó alla tíðina ein dreym um at koma heim aftur til Føroyar at byrja sína egnu klædnaverksmiðju her.
Árni kom so heim aftur í 1977 og leigaði sær hølir í eysturbýnum í Havn, har hann stovnaði sína egnu fyritøku. Hann fór undir at gera anorakkkar og buksur til føroyska marknaðin.
Í 1978 hann flutti í størri hølir á Eystaru bryggju, har hann útvegaði sær fleiri seymimaskinur og byrjaði at læra ungar gentur at seyma. Fyritøkan fekk navnið HAZY, sum skuldi vísa seg at blíva eitt kent merki.
Í 1982 flutti HAZY í nýggjan virkisbygning við Velbastaðvegin í Havn. Eitt stórt virki við millum 20 og 30 starvsfólkum. HAZY klæðini vóru eisini seld í t.d. Norra. Umframt tveir HAZY handlar í Havn vóru HAZY handlar eisini í Klakvsík, Vági og Saltangará.
Eftir at klædnaverksmiðjan læt aftur síðst í 1983, arbeiddi Árni sum skraddarameistari og hevði ymsikar handlar sum t.d. Toyhúsið í J. Paturssonargøtu og Buksusnikkarin á Argjum.
Síðan arbeiddi hann sum skraddari á Glade Hjørn í Havn, til hann flutti aftur til Íslands.
Tann 7. januar 2006 læt hann upp fyritøkuna “Skraddarin á Horninum” á adressuni Lindargøta 38, 101 Reykjavík.
Hóast Árni fyllir 78 ár fríggjadagin 13. november, hevur hann ongar ætlanir um at gevast. Hann sigur, at hann trívist best við at arbeiða, og tað ætlar hann sær at gera, til hann ikki orkar meira.
Íslendskir fjølmiðlar gera í hesum døgum nógv burturúr, at Árni hevur 50 ára starvsdag sum skraddarameistari.