Vinnuhúsið skrivar, at Oljubólkurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag arbeiður í løtuni við at skipa skráseting av føroyskum veitarum á besta hátt, soleiðis at tey virkir, ið ætla at luttaka fáa so góðar møguleikar sum gjørligt, at gerast sjónlig hjá útlendsku operatørfeløgunum og teirra undirleverandørum. Eisini verður arbeitt við at skipa standardkontraktir fyri veitingar.
Í hesi vikuni verða umboð fyri leiðsluna í Norsku veitaraskránni Achilles og Bretsku veitaraskránni FirstPoint á vitjan í Føroyum, har teir skulu greiða frá sínum skipanum og umrøða samstarvsmøguleikar viðvíkjandi skráseting av føroyskari vinnu.
Leggjast saman
Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at innan oljuheimin hevur í seinastuni verið tosað um, at báðar nevndu veitaraskráðir møguliga verða lagdar saman til eina fyritøku, ið so kemur at dekka allar veitingar innan oljuvinnuna í norðuratlantshavi og norðsjónum.
Ætlanin er, at karmarnir fyri einari loysn viðvíkjandi skráseting av veitarum, skulu verða greiðir í apríl mánaði. Fyrst í mai skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri einum tiltaki, har feløg við áhuga í oljuvinnuni verða kunna um: Tilmæli um veitaragrunn, sáttmálamodell í leititíðarskeiðnum og møgulig samarbeiðsmodell millum veitarar og oljufeløg, skrivar Vinnuhúsið.