Tað hevur í veruleikanum ligið á láni í langa tíð. Men nú eru umstøðurnar og tíðin hin rætta at skráseta allar teir steinar, tilvirkaðir av mannahond, sum gjøgnum tíðirnar er dotnir úr Múrinum og øðrum bygningum í Kirkjubø.
- Steinarnir hava verið savnaðir gjøgnum tíðirnar, men hava higartil ligið í kjallaranum í íbúðarhúsinum. Nú brúkar bóndin ikki fjósið meiri, og tí hevur borið til hjá okkum at breiða steinarnar út har, og fyribils hava vit leigað fjósið til goymslu av hesum steinunum, sigur Símun Arge, landsantikvar.
Talan er fyrst og fremst um konsollir úr hválvinum, vindeygapostar, botnar av vindeygakarmum og líknandi. Felags fyri allar steinarnar er, at teir týðiliga hava havt mannahond á sær.
Seinastu viku og fram til mikudagin hevur ein sefrøðingur frá Slots- og Ejendomsstyrelsen, Metta Marciniak, umframt ein privatur konservator, Anne Marie Stenberg, hjálp Fornminnissavninum við at skráseta steinarnar, sum eru út móti 160 í tali.
Bispasetrið
Skrásetingararbeiðið, sum nú er farið í gongd, spratt í veruleikanum úr einum seminari, sum varð hildið í juni í fjør.
- Har varð mest tosað um konserveringina av múrinum, og sum eitt náttúrligt framhald av hesum vórðu eisini steinarnir, sum nú liggja á plattum í fjósinum, umrøddir, sigur Símun Arge.
Hann sigur, at tveir múrarar vóru í Føroyum í fjør og tá varð nógv tosað um at finna fram til konserveringspuss at varðveita steinarnar við.
- Nú er arbeiðið við at skráseta steinarnar í gongd, og næsta stigið verður so at gera uppmátingar av steinunum og finna fram til, hvar teir eru komnir frá, sigur Símun Arge.
Hann sigur, at fjósið er ein fyribils loysn, men upp á longri sikt vónar hann, at tað ber til at siga søguna um bispasetrið á staðnum.