Skráin løgd

Nú er tað greitt, hvussu skráin sær út hjá Føroyum og hinum londunum, sum eru í bólki F: Grikkaland, Før­oyar, Norður­írland, Finnland, Rumenia og Ungarn.
Føroyar skulu spæla fýra dystir í heyst – tveir á heimavølli og tveir á útivølli. Lagt verður fyri á heimavølli sunnudagin 7. september klokkan 19.45, tá ið Finland verður mótstøðuliðið.
Leygardagin 11. oktober skulu Føroyar spæla á úti­vølli ímóti Norðurírlandi, týs­kvøldið 14. oktober vitjar Ungarn í Føroyum, og fríggja­kvøldið 14. november ella ein mánað eftir, at lands­kappingin heima á landi verður liðug, skulu Føroyar spæla á útivølli ímóti Grikka­landi.
– Eg haldi, at vit hava møguleika at vinna stig ímóti øllum liðunum, tá ið vit eiga heimavølli, segði Lars Olsen.
Landsliðsvenjarin iðrar seg um, at lutakastið lagaði tað soleiðis, at Føroyar skulu spæla trupla útidystin ímóti Rumenia í mars, tá ið kapp­ingin heima á landi ikki verð­ur serliga gomul.

- - -

EM 2016 Undankapping – bólkarnir:

Bólkur A:
Holland, Kasakstan, Ísland, Letland, Turkaland og Kekkia

Bólkur B:
Bosnia og Hersegovina, Andorra, Kýpros, Wales, Ísrael og Belgia

Bólkur C:
Spania, Luksembourg, Makedonia, Hvítarussland, Slovakia og Ukraina

Bólkur D:
Týskland, Gibraltar, Georgia, Skotland, Pólland og Írland

Bólkur E:
Ongland, San Marino, Litava, Estland, Slovenia og Sveis

Bólkur F:
Grikkaland, Føroyar, Norðurírland, Finnland, Rumenia og Ungarn

Bólkur G:
Russland, Liktinstain, Moldova, Montenegro, Eysturríki og Svøriki

Bólkur H:
Italia, Malta, Aserbadjan, Bulgaria, Norra og Kroatia

Bólkur I:
Portugal, Albania, Armenia, Serbia og Danmark (Frakland)

- - -

Skráin hjá føroyska landsliðnum í EM-undankappingini:

7. september 2014: Kl. 19.45
Føroyar - Finland

11. oktober 2014: Kl. 19.45
NorðurÍrland - Føroyar

14. oktober 2014: Kl. 19.45
Føroyar - Ungarn

14. november 2014: KL. 19.45
Grikkaland - Føroyar

29. mars 2015: Kl. 17.00
Rumenia - Føroyar

13. juni 2015: Kl. 19.45
Føroyar - Grikkaland

4. september 2015: Kl. 19.45
Føroyar - NorðurÍrland

7. september 2015: Kl. 19.45
Finland - Føroyar

8. oktober 2015: Kl. 19.45
Ungarn - Føroyar

11. oktober 2015: Kl. 17.00
Føroyar - Rumenia