Skráin klár til festivalin í Sørvági

Sørvágs Country- & Blues Festivalur verður vikuskifti 8. - 9.juni. Festivalurin verður skipaður við country og blues tónleiki fyri ung sum eldri. 17 føroyskir og fýra útlenskir bólkar eru við, so tað verður ein fjølbroytt skrá.

 

– Tiltakið fer fram á Dungarsandi í Sørvági, har rúm verður fyri stóra palli, lítla palli og einum spontan palli, har øll kunna royna seg um tey har hug, sigur Maria Samson, sum er ein av fyrireikarunum.

 

Dansistovan verður skipað sum matstað, har tú kanst keypa tær ein búff og sita og hugna tær. Wild West verður ein saloon, har tú kanst keypa tær okkurt leskiligt, og live tónleikur verður bæði kvøldini, um onkur skuldi havt hug at dansað eitt nú line dans.

 

– Serligur dentur verður lagdur á, at tá atgongumerkið til barnið er keypt, so eru øll tiltøk á økinum ókeypis m. a. gullgraving, 12 m høgur klatriveggur, hoppiborgir, kanorógvning, ponyríðing og skattaveiða og undirhald við Kapteyn Gardar & Stampi. Børnini eru eisini vælkomin at royna seg á spontan pallinum, sigur Maria Samson.

 

Pláss er eisini fyri campingvognum á økinum, og ein countrygøta verður við fleiri spennandi tilboðum, kaffisøla, cowboy klæðir, skógvar og hattar osv.

 

Skráin til festivalin verður:

 

Fríggjadagin 08.juni

 

Stóri pallur:

 

19.00 Jacksons

20.00 Ragnar í Vík

22.00 Evi Tausen

00.00 Wenche Hartmann

01.00 Froðbiar Sóknar Blues Orkestur

 

Lítli pallur:

 

16.00 Nameless

17.00 Toft

18.00 Evangelieteamet

21.00 Vestmenn

23.00 Four MenH

 

Leygardagin 09.juni

 

Stóri pallur:

 

18.00 Alex & Kristina Bærendsen

20.00 Uni Debess

22.00 Hallur Joensen

00.00 Henning Stærk

01.00 holgar, Jóhan Jakku & Sámal

 

Lítli pallur:

14.00 Kaptayn Gardar

15.00 Gert W. Joensen

16.00 Nashville

17.00 Tey á Løgmansbø

19.00 holgar & Tórfríð

21.00 Magni Christiansen

23.00 Rannva Vesturklett

 

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum

 

Meira kann lesast á www.country.fo