Skráin fyri Sjómannadagin 2005

Leygardagin verður Sjómannadagurin hildin í Klaksvík

Kl. 09.00Frásøgumaðurin, Karl Birgir Isaksen bjóðar vælkomin
Kl. 09.05Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum setur Føroya Sjómannadag 2005
Kl. 09.10Norðoya Sparikassi bjóðar til stórt morgunmatarborð
Kl. 09.10Framsýningar og sølubúðir lata upp
Kl. 09.45Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri avdúkar standmynd, sum Archibal Black og Ólavur Samson hava gjørt.
Kl. 10.00Nýggi bjargingarbáturin "Ziska" hjá Norðoya Bjargingarfelag kemur inn eftir Vánni og leggur at á stongunum.
Sjóverjuskipini Triton og Tjaldrið fylgja bátinum til bryggju.
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, heldur røðu.
Kl. 10.30Svimjikapping um Vánna, Klaksvíkar Froskmannafelag skipar fyri.
Kl. 11.00Hoppikapping á boyum, Sjómanskvinnuringurin í Norðoyggjum skipar fyri.
Kl. 11.30Heimsmeistarakapping í togtogan millum skipsmanningar.
Kl. 12.00Fólkalívsmyndir.
Biskupstøðbáturin drigin eftir bryggjuni og flótaður við verjuleguna.
Síðani setur manningin línu uttan fyri Stangabrúgvarnar
Kl. 12.30Kapprógving millum bátar í Norðoyggjum 5 mannafør, 6 mannafør og 10 mannafør við old boys.
Kl. 13.30Bjargingarroynd, Norðoya Bjargingarfelag skipar fyri.
Kl. 14.00Heimsmeistarakapping í trolbøting, Vónin skipar fyri.
Kl. 14.30Heimsmeistarakapping at skera agn
Kl. 15.00Føroyameistarkapping í egning og Heimsmeistarakapping í egning. Føroyameistarin kemur at kappast um heimsmeistaraheitið móti íslendska og norska meistaranum.
Kl. 17.00Heimsmeistarakapping í stafettrenning við stampum
Kl. 18.00Heimsmeistarakapping í sjómanstaki
Kl. 18.30 Heimsmeistarakapping Kasta lodd
Kl. 19.00Heimsmeistarakapping Halda dregg
Kl. 19.30Heimsmeistarakapping í Kelving
Kl. 20.00Steypahandan til bestu bátar og skip í Norðoyggjum
Kl. 22.00Bryggjudansur. Byrjað verður við Føroyskum dansi, sum Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri. Síðani spæla Jákup Marnar Antoniussen og Heini Ziska Dahl saman við harmonikumonnum til dans.