Sjómannadagur
Tá ið tú koyrdi omaná bryggjuna undir Klaksvíkar Timburhandli hósmorgunin, var ikki torført at finna fram til, hvar framsýningin hjá Føroya Sjómannadegi við livandi fiskum og øðrum úr havinum verður.
Gentur og dreingir stóðu rundan um kørini og forvitin eygleiddu tað, sum var í kørunum.
Onkur eldri maður var eisini fram við. Mangar fiskarnar mundu teir hava drigið um stokkin, men ikki er vist, at teir áður hava sæð, hvussu ein vælvaksin og livandi hýsa ella toskur bera seg at í sjónum.
Tá ið vit komu oman, vóru øll børnini savnaði rundan um tað eina karið, har krabbar og hummarar vóru í. Líkt var til, at tað serliga var hetta karið, sum hevði teirra størsta áhuga.
Men so var ikki.
Sum løtan leið, gingu børnini ímillum kørini, og rættiligur rómur kom í, tá ið onkur royndi at fanga livandi fiskarnar, sum svumu fram við.
Fleiri og fleiri royndu nú at liggja fram við at fanga onkran fiskin.
Ein vælvaksin hýsa hevði so góðan hug at svimja ovarliga í karinum, og so hvørt, sum hon streyk fram við børnunum, høvdu fleiri og fleiri hendurnar niðri í vatninum.
At enda var rættiligur rómur við tað eina karið, og látur og skríggj hoyrdust um bryggjuna.
- Fiskurin er so hálur, at eg fái ikki fatur á honum, læt í tí eini gentuni.
Og so royndi hon aftur...
Jú, líkt var til, at hetta júst er nakað fyri børnini.
Í tí eina karinum eru krabbar og hummarar, og í onkrum øðrum kari eru hýsur, smáfiskar, seiður, skrubbur, krutl og ein stór longa, sum stillisliga lá og "andøvdi" við botnin.
Stuttligt er hjá bæði børnum og øðrum at síggja livandi fiskarnar svimja aftur og fram.
Hetta er ein møguleiki, sum ikki býðst á hvørjum degi.
Tiltakið hjá Føroya Sjómannadegi við livandi fiski og krabbadjórum er áhugavert og vekir stóran áhuga.
Eingin ivi um tað.