Tummas var ættaður úr Hósvík og giftist Paulinu úr Klaksvík. Tey fingu fimm børn.
Paulina doyði á ungum árum, og Tummas giftist uppaftur við Abreu Jakobsen, ið var einkja og átti trý børn. Saman fingu tey seks børn. Tilsamans vórðu tað harvið fjúrtan børn.
Allir eftirkomararnir við familjum eru boðin við til stevnuna.
Tilsamans 350 fólk hava teknað seg til veitsluna.
Fríggjadagur 25. juli
kl 17.00Møtt verður í bygdarhúsinum í Hósvík, har sagt verður frá ættini har. Farið verður ein túr niðan í Gerði, har Tummas Thorsvig vaks upp.
Fyri tey, ið ætla sær til Skopunar um kvøldið, verður møguleiki fyri hesum. "Teistin" siglir av Gomlu Rætt kl. 19.15 og 21.00.
Leygardagur 26. juli
Fyrsti túrur hjá "Teistanum" av Gomlu Rætt leygarmorgunin er kl. 8.45.
kl. 10.00: Skráseting í "Samljóð", har navnaspjøldur verða útflýggjað. Myndatøka verður av teim ymsu greinunum.
kl. 10.00: Lættur morgunmatur
kl. 11.00:Gongutúrur "norður til Eggjar" við staðkendum fólki.
kl. 11.00:Túrur í bygdini við frásøgufólki.
(Minnisvarðarnir, bygdasavnið, skúlarnir, havnin, kirkjan)
kl. 11.00:Bátatúrur við mb. Oddbjørg. Um viðrar.
kl. 13.00:Túrur í bygdini við frásøgufólki.
kl. 13.00:Bátatúrur við mb. Oddbjørg.
kl. 14.00:Ábit í bygdarhúsinum.
kl. 16.30:Skráseting í "Samljóð" fyri tey, sum eru komin seinni.
kl. 17.00:Myndatøka. Felagsmynd.
kl. 18.00:Fyrilestrar verða hildnir um slektina úr Hósvík og slektina hjá Paulinu.
kl. 19.00:Veitsla í "Samljóð".
kl. 24.00: Teistin siglir av Skopun til Gomlu Rætt.
kl. 24.00: Framhald av veitslu.
Sunnudagur 27. juli
kl. 12.00:Kirkjugongd. Tummas var klokkari í 40 ár.
kl. 13.00:Ábit í "Samljóð", har stevnan endar.