Eftir at skoytibreytin hjá Tórshavnar kommunu tveir teir seinsatu vetrarnar hevur verið á Skálatrøð, verður hon nú løgd í gamla Kommunuskúlagarðin á Vaglinum, sum er parkeringsøkið millum ráðhúsið og býráðssalin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri sigur, at eftir at hava roynt Skálatröð í tvey ár, skal skoytubreytin setast upp á parkeringsøkinum á Vaglinum.
Hetta merkir, at nøkur fá parkeringspláss verða tikin til breytina á Vaglinum. Hinvegin verða fleiri enn 40 tøk á Skálatrøð, sum annars høvdu verðið tikin til Íshøllina. Hetta umframt, at fleiri pláss verða gjørd tøk í gongugøtuni og í nærumhvørvinum annars, sigur hann.
Nógv verður gjørt við at hugna kring vøllin og at gera alt økið so jólaligt og hugnaligt sum gjørligt. Skipað verður fyri ymsum tiltøkum og tónleiki við breytina.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at arbeitt verður í løtuni við at fyrireika uppsetingina av skoytibreytini, sum skal standa klár innan mánaðarskiftið. Staðsetingin av høllini er gjørd í samráð við handilslívið í miðbýnum.
Eini 25.000 fólk hava vitjað skoytibreytina á hvørjum ári.