Skoytibreytin verður opin til og við 24. januar

Ætlanin var at skoytibreytin í Havn skuldi lata aftur nú 17. januar, men m.a. orsakað av góðari undirtøku er avgjørt at hava opið til og við sunnudagin 24. januar.

 

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá.

Seinastu árini hevur býráðið havt almenna skoytubreyt á hávetri. Tað byrjaði á parkeringsplássinum á Skálatrøð. Síðani varð flutt í gamla Kommunuskúlagarðin á Vaglinum. Hesaferð ætlaði býráðið, at skoytibreytin skuldi leggjast á torginum í Vágsbotni. Standmyndin av Nólsoyar Páll varð tikin burtur fyri at fáa pláss til skoytubreytina, men tá tað kom fram, at Vágsbotnur skuldi steingja fyri allar ferðslu, vóru handlar og virki í miðbýnum á gosi. Tað endaði við, at skoytubreytin varð flutt niðan á niðaravøll í Gundadali.

Skoytibreytin lat upp 7. desember og opið hevur verið hvønn gerandisdag millum kl. 14 og 22, leygardag millum 10 og 22 og sunnudag millum 14 og 22.

– Vøllurin hevur verið væl vitjaður, siga tey frá Tórshavnar kommunu.