- Ætlanin var at hava opið til mánaðarskiftið, men nú gjørdist so lýtt, at smeltað er ígjøgnum í fleiri støðum, og restin er so bleytt, at tað er illa skoytandi á tí, boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.
- Sagt verður frá áhaldandi lýggjum veðri, so avgjørt er at sløkkja frystaran og at taka vøllin burtur fyri hesaferð.
Kommunan skrivar, at hóast nógv avfall og lýggjar dagar, so hava sera nógv brúkt vøllin og hópur av stovnum hava vitjað nærum hvønn dag.











