Í samrøðuni í gjár við Hermann Oskarsson, búskaparfrøðing, um nýtsluna í Føroyum, kundi tað fatast sum um Hermann Oskarsson hevði gjørt kanningar, sum gjørdi tølini frá Hagstovuni til einkis.
Tað er ikki so.
Tølini, hjá Hermann vóru eisini frá Hagstovuni, men tey vóru nýggjari enn okkara, og tí ikki almenn enn.