- Tvinnir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur.
Føroyska orðafellið tykist at lýsa støðuna hjá amerikansku veljarunum væl, nú forsetaval verður í november, og alt bendir á, at valið verður millum Hillary Clinton og Donald Trump.
Tunga valið skal skiljast í ljósinum av, at aldrin áður hava tvey valevnir verið so illa umtókt sum Hillary Clinton og Donald Trump eru.
Seinasta veljarakanningin, ið staðfestir hetta, er ein kanning hjá New York Times og CBS. 64 prosent av teimum spurdu í kanningini svaraðu nei, tá tey vórðu spurd um Hillary Clinton og Donald Trump er ærlig og álítandi.
Uppaftur verri er, at 55 prosent og 52 prosent av veljarunum høvdu eina ringa ímynd av ávikavist Donald Trump og Hillary Clinton.
Ein samanlíkning, ið politiska heimasíðan FiveThirtyEight gjørdi fyri tveimum vikum síðani staðfesti, at Hillary Clinton er tað minst umtókta forsetavalevni nakrantíð hjá Demokratunum.
Tìbetur fyri hana, so er kortini eitt valevni, ið veljara skoyta minni um. Nevniliga Donald Trump, ið er minst umtókta valevni nakrantíð hjá einum av teimum stóru flokkunum.