Millum áskoðararnar í Gundadali til dystin millum HB og KÍ var venjarin hjá danska Frem, Ebbe Skovdahl.
Hóast Frem í fjør flutti niður úr donsku superliguni, so er einki at ivast í, at Skovdahl er millum allar fremstu venjararnar í landinum, og lítið er at ivast í, at ørindi hansara í Føroyum hava verið at sýnað onkran føroyskan leikara, sum hann hevur í kikaranum.
Hvørki Skovdahl ella Jákup í Stórustovu, sum var síðumaður hansara í Gundadali, vilja tó siga nakað konkret um vitjanina, annað enn at hetta var fyri at kunna seg um støðið á føroyskum fótbólti.
Men tað er lítil ivi um, at Jákup á Borg var leikarin, sum danski venjarin fyrst og fremst vildi síggja. Jákup var í vár í Odense í nakrar mánaðir, og hóast leigusáttmálin har ikki varð konverteraður til eina meira varandi loysn, so sýndu fleiri onnur feløg áhuga fyri føroyska landsliðsleikaranum.
Eitt av hesum segðist vera Frem, sum eisini hevur tveir aðrar ungar HB-leikarar í hópinum. Og við føroyavitjanini hevur venjarin so eisini sýnt, at teir meina tað í álvara.
Og at onnur feløg eisini eru eftir Jákupi, er heldur eingin ivi um. So spurningurin tykist í løtuni vera, hvørt Jákup fer at spæla í HB alt kappingarárið, ella um talan verður um enn eitt skifti longu í summarsteðginum.









