Sunnukvøldið tóku Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken móti Odense í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í allarseinasta sekundinum skoraði Jacob Lyck hjá Odense til støðuna 36-35 til Odense, ið sostatt fekk tvey stig við sær. Tá 67 sekund vóru eftir skoraði Mikkel Hansen til støðuna 35-34 til Skovbakken, men seinastu løtuna skoraði Odense tvær ferðir, og so stóð Skovbakken eftir við ongum.
Skovbakken er fjórðaftast í deildini við 10 stigum. Odense er triðaftast, somuleiðis við 10 stigum. Tí var tað sera óheppið, at Skovbakken tapti fyri Odense.
Komandi leygardag spælir Skovbakken dyst á útivølli móti Grindsted, ið er næstfremst í deildini við 28 stigum.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
|---|---|---|---|
| 1 | HC Midtjylland | 18 | 29 |
| 2 | Grindsted | 16 | 28 |
| 3 | Skive | 17 | 25 |
| 4 | HØJ | 16 | 22 |
| 5 | Tønder | 18 | 21 |
| 6 | Team Sydhavsøerne | 15 | 19 |
| 7 | Aarhus HC | 15 | 19 |
| 8 | FIF | 18 | 16 |
| 9 | Rækker Mølle | 18 | 15 |
| 10 | Odder | 18 | 11 |
| 11 | Skovbakken | 17 | 10 |
| 12 | HC Odense | 16 | 10 |
| 13 | Vendsyssel | 17 | 7 |
| 14 | Køge | 17 | 4 |











