Skottilburður í Noregi kravt trý mannalív

Í Nesøya í Noregi hevur ein maður skotið tvær kvinnur. Síðani skeyt maðurin seg sjálvan Norska løgreglan sigur, at maðurin, sum var fyrst í sekstiárunum, skeyt tvær kvinnur og síðani seg sjálvan. Tilburðurin var á Nesøya í Asker nærhendis Oslo.

Løgreglan sigur, at tá hon kom á staðið, lógu tær báðar kvinnurnar deyðar uttan fyri húsini, og maðurin lá deyður inni.

Onnur kvinnan, sum bleiv skotin, var í fimmtiárunum, men løgreglan veit ikki, hvør hin kvinnan er, ella hvussu gomul hon var.