Fríggjakvøldið og leygarkvøldið fær Manhattan eina forvitnisliga vitjan av skotskum og írskum tónleikarum. Teir nevna seg ´The Islanders´ og spæla traditionellan fólkatónleik úr Írslandi og Skotlandi Á skránni er bæði tað góða gamla frá the Dubliners og meira modernaður fólkatónleikur hjá Runrig, Wolfstone og U2. Við sær plaga teir at hava ymisk spennandi ljóðføri, so sum floytur, sekkjapípur, mandolinir, gittar og bass. Sum skilst leggur bólkurin seg eftir at skapa eitt hugnaligt og stuttligt kvøld við lívi í. Umframt at spæla í Onglandi, Skotlandi og Írlandi hava ´The Islanders? eisini vitjað Týskland, Avstalia og flestu norðulendsku londini. Í Danmark heuvr bólkurin m. a. luttikið á Bogense festival, RavneRock Festival, og Tønder Festival.
Og nú er stundin komin til Føroyar.