Skotni løgreglumaðurin andaðist

Ein løgreglumaður bleiv í gjár skotin í Keypmannahavn, uttan at gerningsmaðurin hevði nakað motiv til tess.

Ein danskur løgreglumaður bleiv í gjár skotin av einum 26-ára gomlum manni. Løgreglumaðurin doyði ikki beinaveg, men hevur verið í lívsvanda eftirfylgjandi.
Fyrr í dag var sagt, at hann var komin seg meira og var møguliga uttanfyri lívsvanda, men komplikatiónir uppstóðu seinni út á dagin. Nú hevur løgreglan í Keypmannahavn so uppýst, at maðurin er deyður.

 

Tað var í gjáramorgun, at ein løgreglumaður, ið arbeiddi sum hundaførari, ið var á veg til arbeiðis, bleiv skotin av einum manni, ið var honum ókendur. Tveir starvsfelagar hjá løgreglumanninum vóðru nær við og hoyrdu skotið. Teir komu skjótt á staðið.

 

Tann 26-ára gamli maðurin er ákærdur fyri manndráp. Hann hevur fyrr hótt ein løgreglumann og fekk tá ein dóm á átta mánaðir. Foreldur mansins hava sagt, at sonur teirra hevur fyrr hótt við at leggja á løgregluna, tí hann var óður inn á skipanina, sum tey málbóru seg.

 

Orsøkin er tann, at mamma hansara var í eini ferðsluvanlukku fyri 16 árum síðan og fekk einki endurgjald.