Upprunaliga ætlaðu skotar einsamallir at bjóða uppá at verða vertir fyri EM-endaspælinum í fótbólti í 2016. Men nú tá UEFA hevur broytt endaspælið, soleiðis, at talið av luttakarum verður økt frá 16 londum til 24 lond, so síggja skotar seg ikki førar fyri at bjóða uppá at verða vertir fyri EM-endaspælinum einsamallir.
Skotska fótbóltssambandið, SFA váttar, at teir hava samskift nógv við norðurírska fótbóltssambandið, IFA og walisiska fótbóltssambandið, WFA, um at leggja eitt felags boð inn, so øll tey trý bretsku londini kunnu vertir til EM-endaspælið í 2016.
Noreg og Svøríki ætla eisini at bjóða seg fram til at hýsa EM-endaspælinum í 2016. Sannlíkt er, at føroyska fótbóltssambandið fer at stuðla boðnum hjá Noregi og Svøríki. Samstarvið og samskiftið millum norðurlendsku fótbóltssambondini hevur verið fyrimyndarliga gott í nógv ár.