Skotland er fyrsta land sum letur ókeypis bind og tampongir

Mánasjúkuvørur eru frá í dag at rokna ókeypis til teirra, sum hava brúk fyri teimum. Tann søguliga lógin varð samtykt í 2020

Í dag kemur lóg um ókeypis bind og tampongir í gildi í Skotlandi. – Errin av at hava atkvøtt fyri fyrsta slóðbrótandi lóggávu, sum ger Skotland til fyrsta landið í heiminum, sum bjóðar ókeypis mánasjúkuvørur til øll, sum hava brúk fyri tí, skrivar hon á Twitter. - Foto: John Nacion/Star Max/Ipx/Ritzau Scanpix

Í Skotlandi verða mánasjúkubind og tampongir ókeypis til teirra, sum hava brúk fyri teimum. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Skotland er fyrsta land í heiminum at seta í verk slíka lóg. Tað varð gjørt við eini einmæltari samtykt í tinginum í 2020.

Harvið er tað lógarkrav fyri eitt nú skúlar at bjóða mánaskjúkuvørur til »øll, sum hava brúk fyri teimum«.

Tað snýr seg um, at tað skal vera ókeypis atgongd til bind og tampongir í almennum bygningum.

Mánasjúkuvørur eru longu ókeypis fyri lesandi og næmingar, men lógin verður nú galdandi fyri øll.

Tað var javnaðarpolitikarin Monica Lennon, sum legði uppskotið fram. Hon hevur virkað fyri ókeypis bindum og tampongum síðani 2016.

Skotska fyrstaráðfrúan Nicola Sturgeon sigur, at tað er upp á tíðina við slíkum tiltaki.

– Errin av at hava atkvøtt fyri fyrsta slóðbrótandi lóggávu, sum ger Skotland til fyrsta landið í heiminum, sum bjóðar ókeypis mánasjúkuvørur til øll, sum hava brúk fyri teimum, skrivar hon á Twitter.

– Ein týdningarmikil politikkur fyri gentur og kvinnur, skrivar hon sambært AFP.

/ritzau/