Skotar mangla rávøru, og tá toskabanni hjá ES kemur í gildi um lítla viku, verður enn minni fiskur at kappast um. Tí eru teir farnir at sóknast eftir nýggjum møguleikum fyri at keypa fisk.
Seks umboð fyri myndugleikarnar og vinnulívið í Aberdeenshire komu í gjárkvøldið til Klaksvíkar, har teir skulu vera um vikuskiftið.
Skotar fara at kanna møguleikarnar fyri at keypa fisk í Føroyum, og teir ætla at vitja nøkur av virkjunum í Klaksvík fyri at kunna seg við viðurskiftini í býnum.
Stuttur steðgur
Á odda fyri skotska ferðalagnum er Ann Bell, sum er fiskivinnusamskipari í Aberdeen Council, og afturat henni er eisini politiskt umboð.
Feløgini hjá fiskakeyparum og framleiðarum í Aberdeenshire hava umboð við í ferðalagnum, og somuleiðis eru tvey umboð fyri Peter & J. Johnstone Ltd. eisini við á ferðini.
Rávørutilgongdin í Peterhead hevur ikki verið nøktandi fyri framleiðararnar, og tí koma skotar nú til Føroya.
Steðgurin í Føroyum verður stuttur, tí longu sunnudagin fer ferðalagið av landinum aftur.