Í skotsku fiskivinnuni eru tey sera misnøgd við, at Evropasamveldið drálar við at seta búskaparlig revsitiltøk í verk ímóti føroyingum og íslendingum orsakað av makreltrætuni. Tað skrivar Shetland Times. Sambært blaðnum halda skotskir fiskimenn, at tað er neyðugt at taka neyðug stig nú, tá hugsað verður um, at makrelfiskiskapurin fer at byrja um stutta tíð.
Formaðurin í skotska fiskimannafelagnum, Ian Gatt, sigur við Shetland Times, at teir skotsku fiskimenninir eru sera vónsviknir av atgerðarloysinum hjá Evropasamveldinum. Hann vísir á, at eftir fýra ára stríð stendur framvegis í botni, og tí vil hann hava skotsku og bretsku myndugleikarnar at leggja trýst á samveldið.
Tingmaðurin Alistair Carmichael sigur við tað hetlendska blaðið, at munagóð tiltøk er tað einasta, sum kann fáa føroyingar og íslendingar til samráðingarborðið.










