Skotar hertikið Tinghúsvøllin

Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók fyri lítlari løtu síðani hesa myndina frá skrivstovu síni í býráðnum í Havn.

Skotarnir hugna sær óført og hava upp á sín heilt serliga hátt, sett sín dám á høvuðsstaðin síðani teir komu til landið mánadagin.

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur sigur, at hóast skotarnir eru bæði nógvir og kátir, so hava teir uppført seg øgiliga pent og eru fittir og fyrikomandi allir sum ein.

 

Sum sæst á myndini, so hava skotar hertikið Tinghúsvøllin, nú teir í sólini hita upp til dystin á Svangaskarði í kvøld.