Skotar høvdu ferðina og føroyingarnir skilið

U?19 landsliðið stóð seg væl í 2. hálvleiki, tá ið teir fiungu spenning í uppgerðina ímóti heimaliðnum, sum kortini í evstu løtu økti til 3?1

U?19 EM UNDANKAPPING

Tá ið úrslitini hjá U?17 landsliðnum í undankapping fyri stuttum verða havd í huga, so kann tað ikki roknast at vera verri enn ilt, tá ið U?19 landsliðið leygardagin seinnapartin tapti 3?1 í Skotlandi. Mótstøðuliðið var heimaliðið, sum í 7. og 14. minutti legði seg á odda 1?0 og 2?0. Í fyrra førinum royndi Gunnar Nielsen í málinum at sparka burtur, men tað var so óheppið, at bólturin rakti í mótstøðumann og sigldi so í netið. Í seinna førinum sneiddi ein seg leysan í vinstru, áðrenn hann varð leysur og smekkaði til.
Sambært venjaran, Jógvan Martin Olsen, hevði føroyska liðið tak á spælinum fitta løtu eftir steðgin. Tá eydnaðist tað eisini at minka um munin. Magnus Skoradal sendi fírspark úr høgru flatt í brotsteigin, har Jústinus R. Hansen fekk fótin á og stýrdi bóltinum í málið.
So var 2?1, og kanska høvdu føroyingar møguleika at javna. Men í næstsíðsta minuttinum skoraði Skotland við brotssparki til 3?1. Talan var um rættuliga óhepna støðu, greiðir venjarin frá:
? Annar av miðverjunum hjá okkum, Poul N. Poulsen, brast saman við mótstøðumann. Teir lógu báðir, og okkara maður royndi at sleppa upp. Bólturin var langt burtur, meðan teir báðir lógu í føroyska brotsteiginum. Mótstøðumaðurin helt okkara mann í beinið. Poul royndi at krøkja seg leysan fyri at reisa seg. Men dómarin metti, at hann hevndi seg inn á móstøðumannin. Hann bríkslaði fyri brotssparki, meðan allir stóðu sum kánus, og skotar øktu um munin til 3?1.
Jógvan Martin harmast um, at munurin gjørdist tvey mál. Hann heldur ikki, at mótstøðumenninir vóru eitt sindur, men ikki so ógvuliga nógv betri enn føroyingarnir.
? Tað er sama søgan umaftur og umaftur. Teir eru skjótari og títtari, enn okkara spælarar eru tað. Men tað er týdningarmikið at undirstrika, at teir avgjørt ikki hava størri fótbóltsskil ella taktiska fatan, enn føroysku spælararnir hava tað, og teir hava ikki betri bóltførleika. Men munurin í skjótleikanum var eisini hesa ferð avgerandi, sigur Jógvan Martin Olsen.
Undan fráferðini til Skotlands gav Ingi Højsted úr Arsenal avboð orsaka av skaða. Símun Samuelsen var ikki førur fyri at spæla leygardagin, tí hann hevði influensu, og Rasmus Nolsøe var leikbannaður orsaka av korti, sum hann fekk í kappingini í fjør. Tveir føroyskir spælarar noyddust leygardagin at lata seg skifta út, tí at teir vóru skaddir.
Í hinum dystinum leygardagin vann Turkaland 3?1 á Makedonia. Føroyska liðið skuldi spælar aftur í gjárkvøldið.
Føroyska liðið leygardagin á vøllinum hjá Ayr United sá soleiðis út: Gunnar Nielsen, Frem ? Jónas Þór Næs, Frem, Poul N. Poulsen, VB, Marni Djurhuus, EB/Streymur, Bárður Olsen, EB/Streymur (Hanus Jacobsen, GÍ, 46.) ? Jústinus R. Hansen, NSÍ, Høgni Madsen, GÍ, Bergur Midjord, B36 (Hansu Thorleifsson, Skála, 51.), Magnus Skoralíð, GÍ ? Páll M. Joensen, HB, Rókur Jespersen, HB.
Bárður Olsen í 44. minutti og Hanus Thorleifsson í 55. minutti fingu gult kort, meðan Poul N. Poulsen varð rikin av vøllinum í 89. minutti.