Skotar byggja uppsjóvarvirki í Vági

Gongst sum ætlað, fer ein skotsk fyritøka at byggja eitt nýtt uppsjóvarvirki á djúphavnini í Vági. Eitt skotskt virki sendi í gjár eina formliga umsókn um byggiloyvi.

Tað váttar Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku nevnd í Vágs Býráð.

Og býráðið ætlar at gera skjótt av.

- Vit ætla at avgreiða málið á fundi nú um vikuskifti, so skotar kunnu fáa eitt skjótt svar, sigur Dánjal Bjarkhamar við Rás 2.

Sambært heimasíðuni Suðurrás verður talan um at byggja eitt uppsjóvarvirki, sum kann taka ímóti 900 tonsum av uppsjóvarfiski um samdøgrið, umframt eina stóra frystigoymslu, sum kann taka 14.000 tons.

Dánjal Bjarkhamar dylir ikki fyri, at hann er spentur um málið.

- Hetta málið sær sera spennandi út og hetta kann fáa ómetaliga stóran týdning fyri lokalsamfelagið, sigur formaðurin í Teknisku Nevnd í Vágs Býráð.

Skotar hava, sum skilst, leingi havt áhuga fyri at hava eitt virki í Vági.

Fyrr í ár lógu teir framvið at keypa hitt Fiskavirki; men tá tað varð av ongum, valdu teir at royna at byggja sítt egna.

- Teir hava verið og vitjað okkum. Og tað sýnist, sum at umstøðurnar hava verið so mikið lokkandi, at teir í øllum førum hava sett seg í samband við okkum aftur við eini umsókn, og tað eru vit sera fegin um, sigur Dánjal Bjarkhamar við Rás 2.