Skótadepilin millum Tjarna úti í Havnardali er nú tikin í nýtslu. Ein samkoma var í gjárkvøldið.
Tiltakið skuldi eftir ætlan vera í nýggja deplinum, men vegna veður varð tiltakið flutt í hølini hjá KFUM við Hoyvíksvegin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, flutti fram røðu.
- Fyri Tórshavnar kommunu er tað eitt heilsutekin, at vit hava so nógv ymisk tilboð til børnini. Og her eru skótarnir sanniliga við til at fáa fjálga um og gera tilboðini til børnini í Tórshavnar kommunu spennandi og fjølbroytt, segði Heðin Mortensen í røðu síni.
- Og nú hava tit so eisini eitt flott og spennandi stað mitt úti í náttúruni. Økið er heilar 13,500 fermetrar, so hetta er positivt og gott fyri tykkara framtíð, segði hann.
##med2##











