36 ára gamli maðurin, sum varð varðhaldsfongslaður fyri skottilburðin í Miðvági 9. desember í fjør, hevur nú verið fyri rætt í Keypmannahavn.
Eftir hendingina í Miðvági varð maðurin varðhaldsfongslaður in absentia í Føroya rætti, tí maðurin lá tá á Landssjúkrahúsinum, og ráðiligt var ikki at fáa hann oman í rættarsalin.
Grundlógaravhoyrið í Føroyum var fyri stongdar dyr, og tí var avmarkað, hvat miðlarnir vistu at greiða frá.
Danska Ekstrabladet skrivar nú, at maðurin varð skotin tvær ferðir í bringuna og einaferð í lærið.
Dagin eftir grundlógaravhoyrið í Føroyum, varð maðurin fluttur niður á Ríkissjúkrahúsið, har hann mátti undir viðgerð.
Læknarnir á Ríkissjúkrahúsinum hava eftir øllum at døma sagt gott fyri, at maðurin kundi møta upp í rættinum, tí í gjár varð hann fyri dómara, har hann varð varðhaldsfongslaður í surrogat í 27 dagar aftrat.
Eftir øllum at døma hevur dómarin valt ikki at steingja dyrnar, tí Ekstrabladed hevur fingið munandi meira kunning um málið, enn miðlarnir í Føroyum fingu undir grundlógaravhoyrinum.
Ekstrabladet skrivar, at tá løgreglan kom á staðið, vildi maðurin ikki samskifta við løgregluna, men vísti bert tvey lang skotvápn - eitt í hvørjari hond - í vindeyganum. Eisini sá løgreglan, at maðurin var í gassmasku. Tá løgreglan royndi at taka seg inn á bústaðin hjá manninum, lat hann trý skot av og rakti løgreglumann við triðja skoti.
Løgreglan skjeyt tá aftur, og rakti so mannin tvær ferðir í bringuna og eina ferð í lærið, skrivar Ekstrabladet.
Verjin hjá manninum segði í rættinum, at maðurin noktaði seg sekan, og at hann vildi ikki úttala seg í rættinum, tí hann minnist einki.