– Vit fáa eina góða og bíliga busskoyring, sigur Jógvan Skorheim, nú Klaksvíkar Kommuna ger avtalu um busskoyring fyri 5,2 milliónir, uttan at arbeiðið er bjóðað út.
Í kvøld skal Klaksvíkar býráð taka støðu til, um bussleiðin, sum ætlanin er at seta á stovn í summar, skal verða ókeypis fyri brúkararnar bæði í ár og næsta ár.
Les eisini: Ókeypis býbussar í Klaksvík
Býráðið hevur longu sett pening av til eina royndarskipan við eini bussleið í Klaksvíkar Kommunu seinna hálvár í ár. Men av praktiskum ávum verður mælt til at leingja royndartíðina við einum ári, soleiðis at bussleiðin í fyrstu atløgu koyrir í hálvtannað ár.
Á fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar Kommunu er 1,7 millión krónur sett av til bussleiðina í ár. Við longda tíðarskeiðinum verður neyðugt at játta 3,5 milliónir krónur á fíggjarætlanini fyri næsta ár.
– Nei, her hevur eingin útbjóðing verið. Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt avtalu við ein privatan veitara, sigur Jógvan Skorheim.
Borgarstjórin verjir avgerðina við, at talan er um eina royndarskipan.
– Eftir hesa royndarskipan taka vit støðu til eina komandi útbjóðing, sigur Jógvan Skorheim.
Hóast busskoyringin í Klaksvík ikki verður bjóðað út í hesum umfari, so er borgarstjórin sannførdur um, at kommunan hevur fingið eitt gott og bíligt tilboð frá einum lokalum veitara.
- Vit fáa eina busskoyring, ið kemur at kosta kommununi umleið eitt hálvt skattaprosent. Til samanberingar kostar kommunala busskoyringin í Tórshavnar Kommunu umleið eitt heilt skattaprosent, sigur Jógvan Skorheim.
Í fyrstu atløgu eru Ánirnar, Árnafjørður og Oyri ikki við í kommunalu bussleiðini, men sambært borgarstjóranum arbeiðir Klaksvíkar Kommuna við eini loysn fyri hesi økini eisini.
Hoyr samrøðu við Jógvan Skorheim um kommunalu bussleiðina við at trýsta á pílin undir myndini.










