Skorheim á Rockheim

Í sambandi við, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík er boðin til Trøndheim at hátíðarhalda tjóðardag Noregs 17. mai, varð í gjárkvøldið víst runt í tónleikasavninum Rockheim í Trøndheimi.

Í sambandi við, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík er boðin til Trøndheim at hátíðarhalda tjóðardag Noregs 17. mai, varð í gjárkvøldið víst runt í tónleikasavninum Rockheim í Trøndheimi.

 

Rockheim er eitt umbygt pakkhús, har tónleikasøgan frá 1950 og frameftir verður søgd á ymiskan hátt. Rockheim er eitt tónleikasavn, sum liggur niðri við havnalagið. Tú kanst trýsta á ymiskar knøttar og so síggja og hoyra tónleikabrot frá ymiskum tíðarskeiðum.

 

Eisini eru hópin av ljóðførum, upptøkutólum, forsterkarum, pultum og ymist, sum nýtt hevur verið til framførslur og upptøkur.

 

Og tú kann eisini spæla upp ymisk ljóðfør ella vera partur av einum bólki ella jamma við einum guitarleikara á einum yvirvaksnum sjónvarpsskýggja.

 

Ovast upp er ein frálík matstova við góðum útsýni yvir havnalagið. Har varð boðið til ein góðan bita fyri gestunum  frá vinarbýunum hjá Trøndheim s.s. Darmstadt, Graz, Klaksvík Norrkøping, Odense, Tammerfors, Ramallah og Dunfermline.

 

Tjóðardagin 17. mai verður gjørt nógv burturúr í Noregi, har serliga skúlaungdómar og felagsskapir ganga í skrúðgongu runt um í býnum og talur verða hildnar.

 

Orð og myndir: Dávur Winther